Faroese Museum of Natural History

Náttúrugripasavnið er stovnur undir Mentamálaráðnum.

Endamálið hjá Náttúrugripasavninum er at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð.

Granskingin leggur høvuðsdent á at lýsa lívfrøðiliga margfeldið, vistskipanir, og á hvønn hátt veðurlagsbroytingar og nýtsla av náttúruni broyta hesi fyrybrigdi.

Á stovninum fer fram ein virkin gransking, og miðla søvnini hesa gransking. Harumframt varðveita og próvføra søvnini okkara mentanararv. Tey verða alsamt ment, soleiðis at tey fylgja nýggjastu flokkingum og navngávu á økinum.

Talgild søvn liggja á netinum og verða støðugt útbygd, soleiðis at tey eru tøk bæði hjá føroyingum og altjóða granskarum.

Í framsýningunum verða djór og plantur, sum eru fingin í samband við innsavning, sýndir fram. Harumframt eru evnisframsýningar um eitt nú hvalaveiðu.